Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2025 12:12

Limaskapur í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya

Mynd: Løgmansskrivstovan

Løgmansskrivstovan

§ 6 nevndin, sum landsstýrið og danska stjórnin gjørdu virkna at gera av, um limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya, er nú komin til ta niðurstøðu, at slíkur limaskapur er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya.

Løgmaður sigur í viðmerking:

– Eg fegnist um, at § 6 nevndin er samd við løgfrøðiligu niðurstøðuni hjá landsstýrinum um at limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya. Samstundis harmist eg um, at málið hevur drigið so nógv út vegna eina skeiva tulking hjá danska løgmálaráðnum. Eg vóni, at hetta mál fer at føra til ávíst afturhaldni frá danskari síðu at gera avgjørdar einsíðugar niðurstøður um, hvat stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir ella ikki loyvir. 

Nevndin hevur undir viðgerðini havt tríggjar fundir. Í Keypmannahavn 28. mars 2025, í Havn 2. mai 2025 og  í Keypmannahavn 2. juni 2025. Harumframt hava tað verið trý umfør við skrivligum innleggum.

Á seinasta § 6 nevndarfundi varð staðfest, at teir landsstýris- og stjórnarvaldu limirnir í nevndini ikki kundu semjast um eina felags niðurstøðu. 

Tískil var spurningurin, sbr. § 6, stk. 2 í heimastýrislógini, latin teimum trimum hægstarættardómarunum í nevndini at taka endaliga avgerð, m.a. við støði í innleggunum hjá nevndarlimunum.

Hægstarættardómararnir í nevndini hava nú í hjáløgdu niðurstøðu tikið avgerð um, at limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya.

Í nevndini sótu hægstarættardómararnir Jens Peter Christensen, formaður, Lars Hjortnæs og Jens Kruse Mikkelsen. Landsstýrisvaldir vóru professari Bjørn Kunoy, sendimaður Føroya í Washington og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.

Stjórnarvaldir vóru Vibeke Pasternak Jørgensen, stjóri í løgfrøðiligu tænastuni í danska uttanríkisráðnum og Anders Sparholt Jørgensen, stjóri í lógardeildini í danska løgmálaráðnum.

Les avgerðina á føroyskum her og á donskum her. 

Um grein 6-nevndina

Heimastýrislógin § 6, stk. 2: Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyri nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum.