Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2025 11:08

KRIS fyllir 25 ár

Tíðindaskriv/ KRIS

KRIS fyllir 25 ár Tann 15. september 2025 hevur KRIS 25 ára føðingardag. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá KRIS á Toftum. Tað verður ymiskt ábit at fáa. 

Sirið Stenberg kemur at byrja dagin. Síðani verður ein stutt framløga um søguna hjá KRIS – frá degnum har alt byrjaði til dagin í dag. 

Føðingardagurin verður hildin tann 15. september frá kl. 14.00-17.00. 

Adressan er á Kneysum 6 á Toftum. KRIS hevur í samband við føðingardagin eisini fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu. Vit vóna at síggja so nógv sum gjørligt. Húsið verður opið, so tað verður møguligt a síggja hølini hendan dagin eisini. 

Øll eru hjartaliga vælkomin. Stór sum smá – og høg sum lá.

Spjaldur