Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2025 21:22

Gera vit nóg mikið fyri at varðveita føroyskt bátasmíð?

Mynd: Kristfríð Tyril

Grein

Hvussu skulu vit handfara ta støðuna, at føroyskt bátasmíð er hótt?

Hvussu skulu vit liva upp til innskrivingina á UNESCO-listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini frá 2021, sum snýr seg um livandi siðaarv?

Hava vit gjørt tað, sum skal til, fyri at varðveita føroyskt bátasmíð? 

Hvat er gjørt fyri at lýsa útbúgvingarpartin?

Hesi evni eru grundarlag undir einum fyrispurningi, sum eg havi sett landsstýrismanninum í Útbúgvingarmálum.

Føroyskt bátasmíð er fornur mentanararvur, sum nú eisini hevur fingið eina altjóða góðkenning, eftir at allir teir norðurlendsku súðubygdu bátarnir saman vórðu innskrivaðir á listan hjá UNESCO fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini.

Mong, sum vilja føroyska bátinum væl eins og handverkinum at smíða hann, hava gjørt sítt til at skjalfesta og lýsa hann og at fáa hann viðurkendan á ymsan hátt. Mong eru eisini tey, sum gera sítt til, at báturin enn verður nýttur nakað, hóast sera lítið, í mun til at hann var álitið hjá føroyingum í øldir.

Nýggjari háttur at nýta bátin, í eini tillagaðari útgávu, er í kappróðri. Og hóast nógv kjak er um, í hvønn mun hetta er sami bátur og sama bátasmíð, so er kappróðrarbáturin súðubygdur og er í roynd og vera tann báturin, sum flestu føroyingar kenna í dag. Júst tí at siðbundnu bátarnir fækkast í bátahyljunum og neystunum kring landið. Og tí bátasmiðir eru sera fáir, og færri og færri av siðbundnu bátunum verða smíðaðir.

Enn hevur ein aktiv og upplýst støðutakan ikki verið til spurningin, um tað aldargamla bátasmíðið skal varðveitast og berast víðari til komandi ættarlið, og um so er, á hvønn hátt hetta skal skipast. Tað er neyvan nøktandi og virðiligt, at eitt so dygdargott handverk, sum hevur havt so stóran týdning fyri okkara fólk, av misgáum ella ráðaloysi fer í gloymskunnar hav. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í Útbúgvingarmálum:

1. Hvat er gjørt ígjøgnum tíðirnar fyri at kanna og skipa útbúgving innan føroyskt bátasmíð?

2. Eru ætlanir um nú at royna at skipa og seta í verk útbúgving innan føroyskt bátasmíð?

3. Um ja, hvussu kundi ein slík útbúgving verið háttað?

Fyrispurningarnir koma til munnliga viðgerð á tingfundinum, mikudagin 10.september.

Hanna Jensen, løgtingskvinna