Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2025 17:59

Miðbýarøkið í Runavík: Fyrstu elementini komin upp (myndir)

Mynd: Eyp.fo

Fyrstu elementini til íbúðirnar í miðbýarøkinum í Runavík eru nú komin upp.

Tvær lonir skulu byggjast í økinum við eigaraíbúðum. Niðasta hæddin verður til vinnuligt virksemi, meðan í hinum hæddunum vera tilsamans 45 eigaraíbúðir.

Kommunan sigur, at fyrst verður farið undir Lon1 við 18 íbúðum og eftir tað Lon2 við 27 íbúðum. Í niðastu hæddunum verður sum sagt rúm fyri handils/vinnu-virksemi. Kjallarahæddirnar vera ávikavíst 350 og 524 fermetrar.

Fyrra lonin ætlast at vera innilokað áðrenn ársskiftið 2025/2026. Byrjað verður at byggja lon2 í mars mánaða næsta ár, og øll ætlanin væntast at vera framd endaliga við ársenda 2027.

Byggimeistari er Jóan Petur Vang, sum stendur fyri at byggja íbúðirnar, meðan Runavíkar kommuna hevur grovplanerar lendi og liðugtgjørt írestandi uttanumøkið og parkeringspláss.

Myndir: Eysturoyarportalurin