Lesarabræv
Okkara fólkatingsmaður er í so raskur at leggja eftir vanligum fólki og spilla tey út. Kanska metir hann tað verða neyðugt. Kanska hevur hann aðrar orsøkir.
Tey sum hava lisið bók hansara, í hvussu so er partur av teimum, skilja hvussu Sjúrður Skaale er skrúvaður saman. Okkurt gott er og okkurt kundi verið betri.
Nú, sum áður, er galdandi, at Elin Henriksen er skilagóð og veit, hvat hon tosar um. Helst er tað tí hon skal niðurgerðast. Sjúrður Skaale hevði vita tað Elin veit, um hann vildi vita. Hann hevur statslønt fólk, í starvi til tað sama.
Viðvíkjandi Ísrael og 7 oktober eru í dag hópin av upplýsingum. Vit vita, at Egyptaland ávaraði Ísrael. Vit vita, at Ísraelskir soldatar boðaðu frá umfatandi aktiviteti, herundir venjingum, við endamálinum at leypa á, tvørtur um hegni á markinum. Vit vita eisini at serfrøðingar ikki skiltu, at tað tók so langa tíð, hjá Ísraelsku verjuni, at møta til arbeiðis. Netanyahu var stak ópopulerur tá, og tí lóku hópin av fólki upplýsingar hesar dagar. Sostatt vita vit eina rúgvu, um tað sum hendi.
At Ísrael drap hópin av Ísraelum 7 oktober, vita vit í dag. At Hannibal direktivi, sum vist nok er frá umleið 1986, bleiv brúkt, er ikki orsøk at ivast í.
Í hesum broti, hoyra vit, hvussu hetta bleiv fortalt í miðlum. Síðan bleiv hesin niðurgjørdur av Haaretz. Men aftaná gjørdi Haaretz sína egnu søgu, sum segði tað sama. Og óneyðugt at siga, at í hesum broti síggja vit keldur og hoyra ljóðupptøkur og síggja myndir.
Í næsta broti er Ísraelskur soldatur, sum greiður frá, at teir, kl. 5:20 fingu boð um ikki at ganga vakt, fyrr enn kl. 09.00 um morgunin. Hesin soldaturin greiður frá, í Knesset, so tað er helst álítandi, sum hann sigur. Umframt so hoyra vit bandaða upptøku av boðunum, frá ovasta leiðaranum. Og ongin skilir nakað av hesum boðum. Álopið hjá Hamas var ímillum 5:20 og 9:00
Video er frá Jimmy Dore, tí hann hevur bestan tekst/umseting á skerminum og tí er tað lættast at lesa. Tað sæst aðrastaðni við.
Tað fingst ongin kanning av øllum. Tí er sjálvandi trupult at vita, júst hvat hendi. Vit hava nógvar álítandi upplýsingar. Hesar geva ábending. Og vit hava ongar ábendingar um nakað annað. Ongar afturvísingar. Útspilling av teimum, sum vísa til hesar ábendingar, stuðla meira uppundir enn tað mótsætta.
Sostatt kunnu vit ikki siga Elin, ella nakran annan, ringan fyri at meina, at hetta er sannheit. Og mest lisna grein tíður uppá, at Elin ikki er einsamøll. Ei heldur er tað antisemittskt at krevja at Ísrael uppførir seg, samsvarandi vesturlendskum standardum. Tað er heldur ikki at stuðla Hamas.
Uppátikna umsorganin fyri Ísrael, minnir meg á tað, gjørt bleiv móti Heðin Mortensen.
Eivind Jacobsen
Strendur