Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2025 10:20

Føroyameistaraheitið í trav fór aftur í ár til Rossafjósið í Gøtu

Mynd: Sleipnir ríðingarfelag

Sleipnir ríðingarfelag

Seinasta FM kappríðingin var hildin vesturi í Vágunum farna vikuskifti.

Okkara gentur, systkinabørnini 13 ára gamla Simona Tornby, og 14 ára gamla Lív Djurhuus lógu í toppinum av stigatalvuni í bæði trav og tvíspor fyri ung – so spenningurin var stórur.

Í trav lógu Lív og Dropi eitt stig frammanfyri Simonu og Gíg, og bert trý stig vóru niður til Fíu og Doruna sum eisini hava verið raskar í ár.

Hesar trýggjr ungu kvinnurnar høvdu allar møguleika at vinna føroyameistaraheitið leygardagin har vesturi.

Simona Tornby er 13 ár

Lív Djurhuus er 14 ár

Fía Nolsøe er 14 ár

Í trav er kappingin ikki deild upp í ung og vaksin, sum hon er í tvíspor – so hesar ungu damurnar kappast í móti teimum vaksnu. Tær eru raskar !

Úrslitið av travkappingini varð at Simona og Gígur yvirraskaðu øll við at vinna kappingina við snútanum frammanfyri Lív og Dropa – bara 0,04 sekund gjørdu, at Gígur bleiv Føroyameistari og ikki Dropi.

Í fjør gjørdus Lív og Dropi føroyameistarar í trav, so føroyameistaraheitið fór aftur í ár til Gøtu, til Rossafjósið við Ánna.

Knap 2 sekund vórðu niður til Nr. 3 – Fíu og Doruna.

Endaliga støðan í FM í trav 2025

Nr. 1 Simona og Gígur 25 stig

Nr. 2 Lív og Dropi 24 stig

Nr. 3 Fía og Doran 19 stig

Í tvíspor fyri ung hava Simona og Kiljan aftur kappast í ár. Av minniligum løtum hjá hesumbáðum í ár kunna vit nevna ólavsøku kappríðingina, sum tey vunnu 2. Árið á rað, hesaferð heili 1,10 sekund frammanfyri nr. 2.

Vit halda okkum ikki hava hoyrt um so stóran mun frá nr. 1 til nr. 2 til eina (ólavsøku) kappríðing í tvíspor – og fyrstu ferð á nyggja 400 metra bananum í Havnadali, má hetta sigast at vera sera flott av fitta og raska hestinum, Kiljan, og dugnaligu Simonu.

Aftur til hesa seinastu kappríðingina í ár, so vórðu vinkonurnar í bláu jakkunum, Sólrun og Simona paraðar móti hvørji aðrari, fyri 3. ferð í ár.

Sólrun Lútzen úr Syðradali á skjóta hestinum Thor, hevur aftur í ár sprintað seg trygt á odda í kappingini í tvíspor hjá teimum ungu, har aldurin á reiðfólkunum skal vera undir 16 ár.

Hetta var eitt spennandi og javnt ritt, har Sólrun og Thor vunnu við 0,10 sekundum á Simonu og Kiljan.

Thor og Kiljan runnu so mikið skjótt, at teir blivu nr. 1 og 2 á degnum hjá teimum ungu, samstundis sum teir høvdu næstbestu og 4. Bestu tíðirnar av øllum á bananum hendan dagin, samanborið við 1. Flokk hjá teimum vaksnu.

Flott runnið av Thor og Kiljan.

Samlaða støðan í FM í tvíspor fyri ung gjørdist sostatt

Nr. 1 Sólrun og Thor 33 stig

Nr. 2 Simona og Kiljan 26 stig

Nr. 3 Eyðdis og Orka 15 stig

Aftur eitt spennandi kappingarár er farið afturum, har okkara gentir og rossini í Rossafjósinum við Ánna hava klára seg framúr væl.

Nú hava rossini fingið eina vælfortjenta feriu áðrenn kappingarnar við gonguløgum byrja í heyst.