Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2025 15:26

Meting fyri viku 37, 2025

Savnsmynd (Eyp.fo)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Fimm frystilínuskip fiska við Føroyar. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður alla vikuna. Veðri verður gott onkrar dagar, so tað verður helst nakað av snellufiski.

Djúpvatnstrolarar. Bara ein er til fiskarí. Hann er á Íslandsrygginum og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Kanska djúpvatnstrolari fer út í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru úti. Fiskaríið er gott. Eitt par fiskar gulllaks.  

Trolbátar: Fýra trolbátar eru úti. Teir fiska mest av toski og hýsu og so fáa teir eisini nakað av flatfiski.