Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2025 10:56

Sjóvar kommuna: Tólv nýggjar íbúðir í Dávagerði

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna hevur í dag gjørt avtalu við S/pf Dávagerði, sum er dóttirfelag hjá Sp/f HVT, um íbúðarbygging í Dávagerði á Strondum.

Í fyrstu atløgu verða tólv íbúðir bygdar, og verða hesar settar til sølu í næstum.

Arbeiðið byrjar longu í oktober mánaði, og ætlandi verða íbúðirnar klárar at flyta inn í á vári í 2027.