Veðurstova Føroya
Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum mjørki og tám. Tá líður á fyrrapartin kemur hann av útsynningi, enn samdrigið og regn ella ælaveður. Um middagsleitið fer at slíta í, fyrst sunnanfyri. Seinnapartin og í kvøld lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og sólglottar, norðanfyri tó okkurt ælið í støðum. Í nátt minkar hann niður í eitt lítið lot. Hitin í dag 10 til 15 stig.
Sólarris: 06:17 Sólsetur: 20:34