NSÍ skrivar:
Vit í felagnum gleðast um at kunngera, at 25 ára gamli Aron Knudsen hevur undirskrivað ein 2 ára sáttmála, og verður tí at síggja í gulu blusuni til og við kappingarárið 2027.
Aron hevur spælt 113 dystir í Betri deildini, har han hevur skorað 17 mál, og 11 dystir í kappingini um Løgmanssteypið, har hann hevur skorað 4 mál.
Aron hevur havt eitt avbera gott kappingarár. Hann hevur skorað 8 mál og verið avgerðandi í fleiri dystum. Tí fegnast vit um, at Aron heldur fram í felagnum.
Vit gleða okkum at fylgja Aroni komandi 2 árini.