Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2025 12:29

Dagbíbliuskúli í Føroyum!

Mynd: Bíbliuskúlin Keldan

Tíðindaskriv/ Bíbliuskúlin Keldan

Tað er við takksemi og spenningi, at Bíbliuskúlin Keldan (BSK) nú letur upp fyri umsóknum um upptøku á dagbíbliuskúlanum fyri skúlaárið 2026/2027. Hetta er ein stórur varði í søguni hjá BSK. Síðan skúlastovnan í 2021 hava skeið verið hildin um kvøldið og leygardagar. 

BSK sum dagskúli byrjar 1. september 2026 og endar fyrsta skúlaárið 28. mai í 2027. 

Undirvísingarnar vera fyrrapartar gerandisdagar. Sostatt ber til at ganga á BSK og samstundis arbeiða seinnapartin.

Á skúlanum eru nógvir ymiskir lærarar, sum tó hava til felags hetta greiða mál: at hjálpa næmingunum at vaksa andaliga og gera teir búnar at tæna í Guds ríki.

Á leið 30 ymisk undirvísingarevni eru á skrá í skúlaárinum. Eittnú Guds persónleiki, Bíblian, gamla og nýggja testamenti, leiðsla, vekingarsøga, bøn, kristin heimsáskoðan.

Á BSK fáa næmingar ein framúr møguleika at brúka tíð saman við Jesusi í einum umhvørvi, sum leggur dent á bíbliutrúgva undirvísing í Heilaga Andans nærveru og í tilbiðjan.

Málbólkurin er øll trúgvandi í Føroyum, sum ynskja at vaksa andaliga og tæna í Guds ríki. 

Á bsk.fo er meira kunning um BSK og dagskúlan, og til ber longu nú at søkja um upptøku á bsk.fo.

Myndir: Bíbliuskúlin Keldan