Tíðindaskriv/Filmsfelagið
Filmurin ”Summarbókin” byggir á mest lisnu søguna, ætlað vaksnum, sum finska Tove Jansson (1914-2001) skrivaði í 1972. Annika Dalsgaard, ið vit kenna frá Gentuvesinum, fer at innleiða sýningina, sum verður mikudagin.
Annika hevur eisini týtt fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, og givið út stuttsøgur og yrkingar síðani hon var sekstan ára gomul.
”Summarbókin” er ein gandakend og tó verulig søga, ið ikki er um Mumitrøll, men um gentuna Sophiu og ommuna, her leikt av Glenn Close, eitt summar á eini lítlari óbygdari í oyggj í finska skergarðinum.
”Summarbókin” er eitt kamarspæl, sum í skugganum av at mamman nýliga er deyð, lýsir trý ættarlið: barnið Sophia (Emily Matthews), pápan (Anders Danielsen Lie) og ommuna (Glenn Close). Millum barnið og ommuna tekur eitt sjáldsamt og inniligt vinalag seg upp. Samstundis verður lívið og gerandisdagurin á oynni stýrt av skiftandi veðrinum.
Íslendski Ingvar Sigurdsson er eisini við í enskt mælta filminum.
Ein svenskur ummælari sigur, at “Sommarboken är en stillsam och havsdoftande filmatisering av Tove Janssons älskade roman.”
Filmsfelagið hevur fyrr víst væleydnaða biografiska spælifilmin ”Tove”, har finska Zaida Bergroth lýsti Tove Jansson sjálva.
Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Tann biografurin er í dag hin einasti í landinum. Filmsfelagið virkar fyri at seta listaliga áhugaverdan film á skrá. Seinastu árini hevur Filmsfelagið eisini havt samstarv við mentanarligu fyrisitingina í Tórshavnar kommunu, at framtíðartryggja biografin sum upplivingarrúm at vísa og síggja film, nú bara ein biografur er eftir í landinum. Partarnir eru samdir um innihaldið í hesi avbjóðing.
Eins og undanfarin ár hevur Filmsfelagið átakið ”Tvey fyri eitt”. Tí filmur í felag er eisini at fara oman í Paname á Vaglinum ella Sirkus í Vágsbotni og fáa tvey fyri eitt til á midnátt, sama kvøld, sýningin er. Tú hevur brúkta atgongumerkið við tær, keypir eftir skránni, og fært tvey fyri eitt. Dupult av øllum. Ein til tín og ein til mín. Soleiðis er samstarvið millum Paname, Sirkus og Filmsfelagið. Tvey fyri eitt til á midnátt. Mitt í býnum.
Næsta sýning í Filmsfelagnum er virðislønti norski filmurin ”Kærleiki”, sum er hin seinasti í trípartarøðini hjá Dag Johan Haugerud. Birita Lamhauge Jóansdóttir fer at innleiða ta sýningina. Atgongumerkjasølan er byrjað og sýningin er, eins og allar hjá Filmsfelagnum, almenn.
3/9 kl 20:00 Summarbókin (The Summerbook Charlie McDowell USA, Finnland, Bretland 2024 95 min)