Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.08.2025 18:48

Stjóraskifti í Sp/f Opus

Sp/f Opus boðar frá stjóraskiftið. Felagið skrivar soleiðis í tíðindaskrivið:

Góðu viðskiftafólk,

Tíðin førir við sær broytingar, og nú Kaj Johannesen, sum hevur verið ein virkin og týdningarmikil partur av Sp/f Opus í mong ár, nærkast pensjónsaldri og fyllir 67 ár, hevur hann valt at taka seg úr starvi hjá felagnum. Vit vilja hervið takka Kaj hjartaliga fyri hansara trúgva og virðismikla arbeiði – eitt arbeiði, sum hevur verið við til at menna og styrkja Opus bæði her heima og uttanlands.

Sp/f Opus heldur fram sum áður við somu høgu góðsku og førleika innan fiburnet, sjónvarpsloysnir og aðrar tekniskar veitingar – til bæði vinnulívið og privatkundar.

Í sambandi við broytingina er Svend Erik Saxov, sum eisini er ein av partaeigarunum í felagnum, tilnevndur sum nýggjur stjóri í Sp/f Opus. Í fyrstu atløgu verður tað eisini Svend Erik, ið tekur sær av telefonsambandi á nummarinum 779999 – fyrrverandi nummar hjá Kaj Johannesen.

Um tørvur er á tænastu uttan fyri vanliga arbeiðstíð, ber til at seta seg í samband við vaktarskipanina hjá Opus á telefon 203213.