Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Út á seinnapartin slítur í og klárnar til smáskýggjað, tó í støðum mjørki. Í nátt og fyrrapartin í morgin framvegis lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað, yvirhøvur turt, tó í støðum mjørki og tám. Hitin 12 til 17 stig.
Sólarris: 05:58 Sólsetur: 20:57