Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.08.2025 11:26

Landsstýrismaðurin heilsar uppá nýggja leiðaran á Dugna

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Seinasta fríggjadag var Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, á gátt hjá Dugna. Ørindini vóru at heilsa uppá nýggja leiðaran Elin Ludvig, sum byrjaði í starvinum 1. august. 

Elin Ludvig hevur útbúgving sum kandidatur í sosialum arbeiði og hevur diplom í leiðslu. Frammanundan hevur hon verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum, á deildini Arbeiðsbúgving, í 10 ár og verið sosialráðgevi í barnaverndartænastu og á asyløkinum í Danmark.

Kjarnuvirksemið hjá Dugna er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum.