Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.08.2025 08:23

Meting fyri viku 35, 2025

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Fýra frystilínuskip fiska við Føroyar. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nógvum útróðri. Brúkiligt fiskarí. Onkur er á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar. Ein er á Íslandsrygginum og ein er eystanfyri og fiskar svartkalva. Báðir landa í vikuni. Trolarirnir fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Jákup Sverri ger yvirlitistrolingar og fær mest av hvítfiski.

Partrolarar: Fýra pør eru úti. Fiskaríið er gott. Tvey pør fiska gulllaks.