Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2025 10:24

Standa fyri lívi 

Tíðindaskriv

Aftur í ár verður tiltakið Standa fyri lívi á Vaglinum í Tórshavn sunnudagin 24. august kl.16:00. Vit vóna fólk í øllum aldri møta fjølment til hetta tíðandi tiltakið: børn, ung, vaksin og eldri.

Á skránni verður talur og solosangur. Teknmálstulkur verður.
15 minuttir áðrenn tiltakið byrjar, hita vit upp við at syngja felagssangir og børnini fáa bjóða ballónir og andlitsmáling. Vit enda kl.17:00 við kaffi og onkrum søtum aftur við. – Alt er ókeypis.

Bjóðið øðrum við. Vit gleða okkum at síggja teg, tína familju og tínar vinir – sunnudagin 24. August kl.16:00!

Vinaliga heilsan,
Standa fyri Lívi & Føroya Provita