Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2025 09:31

Jens bjóðar øllum at gerast partur av ljóðmynd

Føroyskur tónlistamaður bjóðar øllum heiminum at gerast partur av ljóðmynd
Jens L. Thomsen skal í september luttaka í World Expo 2025 í Osaka í Japan, og til høvið ætlar hann at gera eina ljóðmynd, RØDD, har røddir úr øllum heiminum eru partur av.
 
RØDD eitur nýtt listaverk, ið Jens L. Thomsen, listamaður, er í holt við at gera til World Expo 2025 í Osaka í Japan í september. 

Í hesum sambandi kunngerð Jens L. Thomsen eina altjóða heimasíðu, sum savnar inn upptøkur av røddum úr øllum heiminum til verkið, sum hann lýsir sum eina livandi ljóðmynd. 

RØDD verður frumsýnd í Norðurlendska skálanum á World Expo 2025 í Osaka, Japan, tann 4. september.

Skal byggja brýr 
Luttakarar verða eggjaðir til at tosa á teirra móðurmáli og deila ein boðskap ella ein spurning.

“Í eini tíð við skilnaði og múrum, ynskir ljóðlistaverkið at byggja brýr,” sigur Jens L. Thomsen í tíðindaskrivi.

“Eg ynski at gera eina ljóðmynd har allar røddir savnast og tosa sum ein sameind rødd.”

Tær innsavnaðu røddirnar — sum allar hava ymiskt  mál, málføri og orðbering — verða lagdar saman í eina støðugt broytandi ljóðmynd.

Á World Expo 2025 kunnu vitjandi gera nýggjar upptøkur á staðnum, har altjóða samrøðan fer at halda fram.
 

Soleiðis luttekur tú: 
Tað er sera einfalt at luttaka í listaverkinum hjá Jens L. Thomsen.

Vitja: expo2025.jenslthomsen.com

Upptak eini stutt boð, upp til 10 sekund, á tínum móðurmáli. 

Tín rødd er nú vorðin partur av ljóðmyndini. 

Heimasíða og ljóðforrit vóru framleidd í tøttum samstarvi við Dirk Handreke. Miðberg stóð fyri UI-sniðgevingini.

Jens L. Thomsen er virðislønt tónaskald, ljóðlistafólk og tónleikaframleiðari.

Hann er upprunamaður handan verkætlanina ORKA, ið tvær ferðir hevur verið í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Ljóðmyndir hansara vera vístar um allan heim. Nevnast kunnu NORÐ (Southbank Centre, London), FØROYAR 5.2 (fjøll sum ljóðføri), ÆÐR (FM-ljóðmynd í Eysturoyartunlinum), og KOKS (Ljóðmynd til Michelin-virðisløntu matstovuna, sum beint nú verður víst á Nasjonalmuseet í Oslo, og seinni á ár í Seattle og New York).

Kelda: kvf.fo