Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2025 08:11

Veðrið: mánadagin 18. august

Veðurstova Føroya

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Seinnapartin fer hann norðurum í landnyrðing og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum mjørki og driv, men í støðum eisini sólglottar. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum mjørki og driv, men í støðum eisini sólglottar. Hitin 10 til 15 stig, í nátt niður í 5 til 9 stig.

Sólarris: 05:37 Sólsetur: 21:23