Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.08.2025 18:02

Broytingar í almannapensjónslógini til ummælis

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið hevur í dag sent eitt uppskot til ummælis um ymiskar broytingar í almannapensjónslógini.

Við lógaruppskotinum verða reglurnar viðvíkjandi um- og eftirrokning av fólkapensjón broyttar. Farið verður yvir til eina meira smidliga skipan, sum ger tað møguligt at tillaga pensjónina, so hvørt sum inntøkuviðurskiftini hjá fólkapensjónistinum broytast.

Harvið slepst undan stórum eftirrokningum til føroyskar fólkapensjónistar, og hetta fer at gera tað lættari hjá pensjónistum, ið hava eina inntøku aftrat fólkapensjónini.

Við uppskotinum verður harafturat farið yvir til eina skipan, har pensjónin ikki longur verður goldin frammanundan, men ístaðin verður goldin afturúr.

Henda broyting, sum bara verður galdandi fyri nýggjar pensjónistar, ávirkar eisini rættin til pensjón í sambandi við deyða.

Sambært galdandi lóg heldur rætturin til fólkapensjón uppat við endanum av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, ein pensjónistur doyr. Tað merkir, at ein pensjónistur í dag fær pensjón útgoldna fyri mánaðin aftan á, at hann er deyður. Frameftir fer rætturin til pensjón at halda uppat við endan av mánaðinum, har pensjónisturin doyr.

Í uppskotinum verða eisini gjørdar aðrar smærri broytingar og tillagingar í almannapensjónslógini.

Umraðfestingar á almannaøkinum
Omannevndu broytingar hava við sær eina árliga sparing fyri landskassan upp á 8 mió. kr.  Samgongan er samd um at umraðfesta hesar pengarnar til at fremja nøkur av málunum, sum samgongan hevur á almannaøkinum.

Ítøkiliga hevur landsstýrismaðurin í hyggju:

  • at betra um støðuna hjá ungum og heimleysum við samansettum avbjóðingum, samsvarandi álitinum frá juni 2025,
  • at byrja eina skipan við eftirlønarviðbót til fyritíðarpensjónistar, eins og ásett í samgonguskjalinum, og
  • at hækka markið fyri endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hjá teimum, ið eru heima hjá sjúkum, úr 27.779 kr. til uml. 31.000 kr.

Ummælisfreistin er 4 vikur, 9. september. Til ber at lesa uppskotið her.