Lesarabræv
Men teir tralla víðari (Likviditet tilfreds), tí “Fróðir” íleggjarar blaka pening burtur til Globe Tracker – ella øhh. til hvønn?
Hetta viðger “Frihedsbrevet” og av røttum.
Minnist danskan pensjónsgrunn, ið setti pening í felag, sum áhaldandi gav undirskot og tørvaði kapital innspræning í heilum, júst sum Globe Tracker.
Hetta felag samstarvaði við onnur feløg, sum góvu væl av yvirskotið og bóru so í bandi, at teir sjálvir fingu væl burturúr.
Soleiðis lansaðu teir pensj+onsfellagið og ríkaðu seg sjálvar.
Minnist meg rætt, var skeggið nær høkuni hjá stjóranum í pensjónsfelagnum, sum gjørdi tað lættari at verða smartur ránsmaður.
Ognarfelagið (“Betri”) hevði sett pening í og promovera Globe Tracker (Gunnar i Liða).
Eg fór at kanna hesa íløgu okkara, fylgdi væl við felagnum í eina tíð, gjørdi so vart við viðurskiftini innanhýsis.
Tað gekk heldur strilti og long tíð at koma ígjøgnum og fáa steðga hesum ørskapið.
Fyri 7 árum síðan skrivaðu eg so um henda sjónleik við Globe Tracker.
Sjá greinina niðanfyri.
Hvat er meiningin?
Føroysk feløg hava síðan 2007 sett nógvan pening í “Globe Tracker”, sum bara hevur givið hall og kostað Føroyska samfelagnum íløgupening.
Nøkur av feløgunum, sum hava mist pening, eru :
Far-Invest (Føroya Tele), TF-íløgur (Betri), Framtaksgrunnurin, Royndin (“LÍV 3” & “LÍV”), Smyril-Line, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, Fremherja, Norðoya Íløgufelag og “GT 6. January 2017 ApS”.
Núverandi eigarar í “Globe Tracker” eru: P/F Royndin(5-9,99%), Norðoya Íløgufelag(20-24,99%), P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag (10-14,99%), P/F Tryggingarfelagið Lív (15-19,99%), Sp/f Framherji (10-14,99%), Sp/f Smyril Line Agency (5-9,99%), Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur (5-9,99%) og GT 6. January 2017 ApS (15-19,99%)
Stjórn / Nevnd í “Globe Tracker”: Jákup Lamhauge (Direktør), Johannus Gunnar Egholm Hansen (Formand), Olavur Ellefsen og Jóan Hendrik Egholmbúsitandi í Keypmannahavn.
Íleggjarin “GT 6. January 2017 ApS” hevur hesar ánarar : James William Davis í USA (10-14,99%), Sp/f TF Íløgur (Betri 25-33,32%), P/F Royndin (25-33,32%) og P/F Norðoya Íløgufelag (25-33,32%).
Stjórn / Nevnd “GT 6. January 2017 ApS”: Jákup Lamhauge (Direktør), Kaj Andreasen (Formand), Jan Jakobsen og Annika Sølvará.
“Royndin” og “Norðoya Íløgufelag” eiga í báðum feløgum og gera sostatt íløgur beinleiðis og óbeinleiðis.
James W. Davis, Asheville North Carolina, USA stovnaði upprunaliga felagið.
Michael Paul Reveal búsitandi í Hoyvík hevur verið við í mong ár, somuleiðis Jákup Lamhauge í Hoyvík og Johannus Gunnar Egholm Hansen búsitandi í Keypmannahavn.
Felagið, ella rættari fløgini, hava havt ymisk bústaðir og ymisk nøvn (m.o. “NEMREG SK1 ApS” og” Globe Tracker International ApS”).
Dimmalæting skrivar tann 31-07-2018 m.a. soleiðis í greinini “Royndin gevur hall”:
“Globetracker – er eitt felag, sum arbeiðir við at menna skipanir, ið kunnu spora vørur undir flutningi, og hevur fingið íløgupening frá einum hópi av føroyskum íleggjarum,. . . Úrslitið hjá Globetracker í fjør var 17 milliónir í halli og eginpeningurin minus 28 milliónir, so Royndin hevur niðurskrivað hesa ognina til eitt roknskaparligt virði á eina krónu.”
Hvussu ber tað til at Globe Tracker ApS hevur trupult við at selja sína tænastu, samstundis sum teir eru dugnaligir at selja seg sjálvar til føroyskar íleggjarar?
Hvussu gevur henda íløga meining fyri íleggjaran?
Tórshavn, tann 08-08-2018 og 12.-08-2025
Andrass Skaalum
Megin kelda: https://datacvr.virk.dk/data/visninger?soeg=Globe%20Tracker%20ApS&type=Alle&language=da

