Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum frá líður útsynningur. Skýggjað, í støðum mjørki og regn ella driv. Sum frá líður turrari og kanska onkur sólglotti, serliga norðanfyri og eystanfyri, tó framvegis driv ella okkurt ælið í støðum, serliga sunannfyri ella vestanfyri.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað, í støðum mjørki og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 10 til 15 stig.
Sólarris: 05:21 Sólsetur: 21:40