Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.08.2025 14:09

Nýstovnaði bólkurin URÐ á pall í Mentanarhúsinum

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Sunnudagin 10. august kl 17.00 fer nýstovnaði bólkurin URÐ á pall í Mentanarhúsinum.

Bólkurin sigur um seg sjálvan, at hann “tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritual inn í ein nýskapandi og nútíðarligan ljóðheim.”

Og at t”ónleikurin er minimalistiskur, har endurtøkur og dronur mynda ein serstakan samleika – sum ein ljóðlig ferð millum mentanir og landsløg.”

URÐ er: Jógvan Joensen · Tróndur Bogason · Andreas Tykjær Restorff

Men tað er ikki alt. Áðrenn URÐ fer á pallin leggur Jákup á Lakjuni fyri.

Jákup sigur um sínar sangir:

“Eg haldi, at mínir sangir og mín framførsla eru innilig, still og lyrisk. Tað er bara eg og mín gittari. Stemningur og kvirra hava stórt pláss í framførsluni, og eg royni at bera orðini fram við tónum í vónini um, at tey náa inn í hjartað á áhoyraranum. Eitt kent skald segði, sum hann leit aftur á tær bøkur, sum hann longu hevði útgivið, at tær allar vóru bønir til Guds. Soleiðis havi eg tað eisini við mínum sangum. Eg vóni, at sangirnir kunnu hita hjørtuni, sum teir hava hitað mítt.”

Kostnaður í forsølu: 100 kr + 10 kr avgjald

Kostnaður við dyrnar: 150 kr

Keyp á atgongumerki.fo