Veðurtova Føroya
Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Í kvøld fer hann í sunnan og veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, sum spakuliga hækkar í útnyrðing, mest vindur er sunnanfyri. Skýggjað og ælaveður, í støðum við sólglottum. Hitin millum 8 og 13 stig.
Sólarris: 05:09 Sólsetur: 21:53