Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.
Frískt lot upp í strúk vestan, lækkandi niður í útsynning, 7 til 12 m/s, skýggjað og ælaveður. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot millum útsynning og sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seint í nátt og hósmorgunin veksur vindurin upp í frískan vind ella strúkur í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin hósdagin støkkur ættin vesturum yvir í útsynning og vindurin minkar niður í frískt lot upp í strúk, 7 til 12 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.
Sólarris: 05:04 Sólsetur: 21:59