Tað verður fjórðelsta fótbóltsfelagið í øllum Írlandi, sum stendur og bíðar, nú Víkingur ger seg til reiðar til dystirnar í UEFA Conference League 3. umfarið.
Linfield FC er heimahoyrandi í sunnari partinum av Belfast, høvuðsstaðnum í Norðurírlandi.
Felagið er stovnað í 1886 og hevur havt heimstað á tjóðarleikvøllinum, Windsor Park, síðani 1905. Tað er pláss fyri 18.434 áskoðarum á heimskenda leikvøllinum.
45 ára gamli fyrrverandi norðuírski landsliðsleikarin og Manchester United, Leeds United, Sunderland og Fulham áleyparin, David Healy, stendur í dag á odda fyri liðnum. Í 2008 fekk hann eina MBE (Most Excellent Order of the British Empire) frá ensku drotningini fyri sín leiklut og tænastu til fótbóltin á bretsku oyggjunum.
Felagið Linfeild FC hevur vunnið heili 57 meistaraheitir, sum eisini er heimsmet tá ið tað kemur til at hava vunnið lokal meistaraheitir í einum landi. Í hølinum á teimum koma ávíkavist Celtic og Rangers við 55 meistaraheitum.
Linfield FC hevur eina stolta og drúgva evropeiska fortíð. Fyrstu ferð teir luttóku var afturi í 1959-60, tá ið teir møttu svenska IFK Gøteborg. Síðani tá hava teir verið við mest sum hvørt ár síðani og hava tilsamans leikt 141 evropeiska dystir.
Linfield FC hevur havt munin
Fimm ferðir hava føroysk feløg fingið møguleikan at sligið Linfield FC út. Men hvørja ferð hevur liðið úr Belfast, tó viðhvørt nakað trivlandi, staðið á beinunum og vunnið leikin til síðst.
Fyrstu ferð teir møttu føroyskari mótstøðu var í 2012, tá ið B36 fekk 0-0 javnleik í bæði heima og úti dystinum. Linfield FC slapp tó víðari eftir at teir vunnu brotssparkskappingina, á einum fult pakkaðum ovara vølli í Gundadali við heili 1378 áskoðarum, eftir at fyrst Klæmint Matras og síðani Lukasz Cieslewicz brendu síni brotsspørk.
Í 2013 var tað ÍF sum stóð fyri tørni, eftir eitt gott føroyskt kappingarár árið fyri har teir gjørdust nr. 2 í føroysku landskappingini. Men fuglfirðingar megnaðu einki móti norðurírum, og taptu greitt 2-0 heima og 3-0 úti.
Í 2014 var tað aftur B36 sum kom úr pottinum. Hesuferð endaði dysturin á Tórsvølli 2-1 til gestirnar, har Adeshina Lawal javnaði mitt í seinna hálvleiki, áðrenn gestirnir skutu sigursmálið í 90 minutti. Dysturin á Windsor Park endaði 1-1, og gjørdust B36´arirnir akkurát ov stuttir. Málið hjá B36 skeyt eisini Adeshina Lawal.
Árið eftir, í 2015, var tað sum NSÍ og runavíkingar, við m.a. einum ungum Árna Fredriksberg á liðnum, sum skuldu royna seg móti liðnum úr Norðurírlandi. Linfield FC vann dystin í Belfast 2-0, meðan runavíkingar vunnu spennandi og málríka heimadystin á Svangaskarði 4-3, og gjørdust tískil akkurát ov stuttir at koma víðari. Málini hjá NSÍ tað kvøldið skutu, Klæmint A. Olsen, Jens Joensen, meðan Pól Jóhannus Justinussen skeyt tvey mál.
Í 2019 var tað aftur føroysk mótstøða sum bíðaði Linfield FC. Við íslendinginum Heimir Guðjónsson á odda, og einum sterkum HB liðið, vóru føroysku vónirnar góðar. Hóast tað, so endaði dysturin í Havn við javnleiki 2-2, eftir at HB báðu ferðir javnaði, fyrst við málið frá Adrian Justinussen, og síðani Pætur Petersen í síðsta minutti. Meðan útidysturin varð eitt vónbrot og vann Linfield FC dystin 1-0.
Á UEFA Ranking-listanum er Linfield FC í løtuni nr .192, meðan Víkingur liggur sum nr. 304.
Rijeka ella Dublin bíða møguliga
Um Víkingur skuldi spælt seg víðari móti Linfield FC, so skulu føroyameistararnir úr Eysturkommunu møta taparunum av antin HNK Rijeka úr Kroatia ella Shelbourne FC úr Írlandi. Út frá UEFA styrkismetingini, so er mest sannlíkt, at tað verður liðið úr Írlandi sum Víkingur skal møta í play-off umfarinum í Conference League.
Víkingur hevur annars møtt HNK Rijeka áður. Tað var í 2014, eftir at teir høvdu sligið norska Tromsø IL út í 2. umfari. Fyrra dystin á Tórsvølli, vann HNK Rijeka heili 5-1. Hallur Hannson javnaði annars til 1-1. Meðan útidystin í Rijeka vann kroatiska liðið sannføranndi 4-0.
Dystirnir móti HNK Rijeka/Shelbourne FC verða spældir ávíkavist 21. august og 28. august.
Dysturin móti Linfield FC verður leiktur á Tórsvølli nú hóskvøldið 7. august og byrjar kl. 19.00.
Atgongumerkir til dystin kunnnu keypast á Atgongumerki.fo
Seinni dysturin millum liðini í 3. umfari verður leiktur í Belfast í Norðurírlandi hósdagin 14. august.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Sp/F Stoyp
PRG
Form
TJ Smíð