Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.08.2025 09:17

Veðrið: mánadagin 4. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir. Út á fyrrapartin gongur hann upp í eystan og veksur til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s. Í kvøld frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Fyrrapartin í morgin, frískt lot upp í frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 10 til 14 stig.

Sólarris: 04:58 Sólsetur: 22:05