Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.08.2025 10:57

Fólkafundur á Skarðinum

Mynd: Kunningarstovan í Fuglafirði

Fólkafundur verður á Skarðinum, omanfyri Fuglafjørð, í dag kl. 15.00.

Forsøgnin lovar sól og 15 hitastig. Unga kambsdalskvinnan Marianna Hansen heldur røðuna í ár, meðan felagssangur eisini verður.

Fólk sum hava hug at verða við kunnu møta við Kunningarstovuna í Fuglafirði kl. 14.00, tá ið byrja verður at ganga niðan, ella møta á sjálvum Skarðinum kl. 15.00.

Øll eru vælkomin.