Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Eitt frystilínuskip fiskar við Føroyar og so fer eitt á Flemish Kap. Restin liggur við bryggju.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar. Bara ein er úti. Vantandi fer onkur í næstum.
Partrolarar: Bara eitt par er úti. Okkurt parið fer út í vikuni. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest tosk og hýsu og so nakað av flatfiski.