Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.08.2025 09:45

Veðrið: leygardagin 2. august

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Fyrrapartin veksur hann vindin upp í frískan vind ella strúkur í vindi sunnan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Sum frá líður dregur á luftina, seinnapartin okkurt ælið, og í kvøld samregn. Í nátt minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og ættin hækkar upp í vestan og tað slítur í. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.

Sólarris: 04:53 Sólsetur: 22:11