Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.07.2025 09:11

Tveir givnir í NSÍ

NSÍ skrivar:

Kevin Jablinski, ið kom til felagið fyrr í ár, hevur valt at steðga sína fótbóltsyrkisleið vegna fleiri drúgvar skaðar. Hann spældi 7 dystir fyri NSÍ.

Pætur Hentze, ið er uppvaksin í felagnum, flytur av landinum í lestrarørindum, og verður tí ikki at síggja í gulu blusuni í eina tíð.

Vit vilja takka Kevin og Pætur fyri tíðina, og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.