Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.07.2025 10:36

Veðrið: leygardagin 19. juli

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.

Lítið lot millum sunnan og landsynning, seinnapartin eystan, minni enn 5 m/s. Skýggjað, í støðum undan ættini smáskýggjað og móti ættini møguliga mjørki. Í støðum sirm, og okkurt einstakt ælið. Hitin 12 til 16 stig.

Seint í kvøld og í nátt lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað, regn og í støðum mjørki. Hitin 10 til 13 stig.

Fyrrapartin í morgin framvegis lot til frískt lot eystan, eitt skiftið landnyrðingur, 3 til 8 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin slítur í. Hitin 12 til 16 stig.

Sólarris: 04:16 Sólsetur: 22:48