Í gjár fekk MRCC boð um at ein sjómaður umborð á einum førroyskum fiskiskipið var komin til skaða og hevði brúk fyri at koma undir læknahond.
Skipið var tá statt 20 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni.
Bjargingartyrlan varð send avstað og flutti mannin á Landssjúkrahúsið.