Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.07.2025 02:39

Sól, summar og met á Fjarðastevnuni á Skála

Róðrarsamband Føroya

Tað var av allar fagrasta veðri á Skála. Einki skýggj var at hóma á luftini, og sjálvt um vindurin merktist væl, so var tað sum at standa í suðurlondum, so lýtt var tað.
Stúgvandi fult av fólki var komið saman á kaiini til fimta FM kappróðurin. 114 manningar vóru við, og er tað, tað hægsta talið, ið nakrantíð hevur verið.

Barnaróður gentur
Tað var ein gysari, sum vildi nakað, tá finalan í genturóðrinum bleiv skotin í gongd. Ein rættulig suðuroyar-uppgerð uppstóð, tá hesir bátanir løgdu avstað.
Svalan úr Vági, Firvaldur av Tvøroyri og Broddur úr Sumba lógu so gott sum stavn um stavn allan vegin inn. Eingin vildi geva seg, men móti endanum varð tað Svalan sum reyk avstað við sigrinum, meðan Broddur bleiv nummar tvey og Firvaldur nummar trý.

Barnaróður dreingir
Í dreingjaróðrinum vóru tað eisini serliga tríggir bátar, ið kappaðust í oddinum. Fiskurin úr Vági, Tekla úr Klaksvík og Havørnin úr Sandavági vóru teir fremstu bátarnir.
Fiskurin kom trygt á mál sum nummar eitt, men, so gott sum í senn, komu Tekla og Havørnin á mál við einans 5 hálvtrýsindapartum á muni. So ikki kann sigast annað, enn at tað var heilt ótrúliga tætt teirra millum. Havørnin átti longra stráið og bleiv nummar tvey, meðan Tekla bleiv nummar trý.

5-mannafør dreingir 14-16
Hjá dreingjum yngri vórðu tað Klaksvíksingarnir, ið komu fyrst um málstrikunað. Teir hava megnað at varðveitt fult stigatal higartil. Nummar tvey gjørdist Kollur úr Kollafirði. Teir hava eisini megnað at varðveitt annaðplássið. Á einum triðja plássi kom Falkur úr Hósvíkar róðrarfelag, ið samanlagt liggur á einum 4. plássi í FM.

6-mannafør kvinnur
Fimm manningar vóru við í hesum róðrinum í dag. Jarnbardur úr róðrarfelanum knørri streyk avstað við fyrsta plássinum – tær vóru enn einaferð greitt nummar eitt. Glyvrabáturin av Glyvrum bleiv nummar tvey og beint aftaná teimum kom Gongurolvur úr Havnar róðrarfelag. Hetta er fyrsta stevnan hjá Gongurólvi í ár.

5-mannafør gentur 14-16
Her varð serliga spenningur í oddinum, millum Píl og Koll, tí hesir báðir bátarnir lógu javnir í stigum. Pílur legði væl frá starti, men tað gjørdi Gulin úr Havnar róðrarfelag eisini. Gulin lá leingi nummar tvey, men tá leið móti málinum, varð tað Kollur, sum bleiv nummar tvey og Gulin nummar trý, í harðari kapping við Teklu úr Klaksvík, sum endaði nummar fýra.

8-mannafør menn
Ørvur gjørdi aftur bart og vann fyrstaplássið. Teir hava fult sigatal í FM. Nummar tvey gjørdist Risin, sum hevur varðveitt tað plássið allar undanfarnu stevnurnar. Nummar trý gjørdist Argjabáturin av Argjum. Nakað av vindi var undan, og hetta viðførdi, at Ørvur og Risin tóku gamla meti á Fjarðastevnu á Skála. Tofta Regin átti gamla meti frá 2017, ið var 4:37.20. Ørvur kom á mál við tíðini 4:33.11 og Risin hevði tíðina 4:37.18, ið eru 2 hálvtrýsindapartar betri enn hjá Tofta Regini.

5-mannafør kvinnur
Í hesum róðrinum var eisini spenningur um fyrstaplássið. Fípan Fagra úr Klaksvík og Kjósin úr Kollafirði vóru javnar í stigum, men Kjósin gjørdi bart og vann ein greiðan sigur á Fípuni Føgru, sum bleiv nummar tvey. Nummar trý gjørdist Leikalind úr Tindi.

6-mannafør menn
Hann er reyður, hvítur, bláur – sera, sera knáur! Og tað kann ikki sigast annað. Ein sera spennandi róður, har Sundabáturin, í endanum, tók nøkur rimmar tøk og vann. Skúgvur var sera væl við og endaði nummar tvey. Nummar trý bleiv Víkingur, sum liggur á einum 4. plássi í FM.

5-mannafør gentur 17-18
Sílið, hjá Havnar róðrarfelag, vann greitt róðurin hjá gentum eldri, við næstan 5 sekunum. Nummar tvey gjørdist Firvaldur av Tvøroyri og triðjaplássið fekk Drekin, eisini úr Havnar róðrarfelag.

10-mannafør menn
Klaksvíksingur og Havnarbáturin lógu eisini javnir í stigum, áðrenn skotið varð á Skála. Allir tríggir bátarnir startaðu væl og lógu so gott sum javnir leingi, men so legði Klaksvíksingurin seg á odda og helt leiðsluna allan vegin inn. Havnarbáturin royndi at gera eina atsókn í endaspurtinum, men tað bleiv ikki meira enn eitt annaðpláss og Norðingur bleiv nummar trý. Eisini í hesum róðrinum bleiv metið tikið. Klaksvíksingurin tók tað við tíðini 4:23.40. Gamla meti átti Ormurin Langi, ið var frá 2017, ið var 4:24.13. Havnarbáturin kom á mál við tíðini 4:24.13, ið er sama tíð, sum Ormurin hevði í 2017.

6-mannafør masters
Hetta var fyrsta stevnan, har masters, hjá kvinnum, vóru við. Hesin róðurin var væl umboðaður av seks bátum. Páll Fangi úr Klaksvík reyk avstað við fyrstaplássinum. Nummar tvey gjørdist Tvøroyabáturin, einans 23 hálvtrýsindapartar framman fyri Glyvrabátin, ið bleiv nummar trý.

5-mannafør dreingir 17-18
Í dreingjaróðrinum, hjá teimum eldru, varð sera spennandi. Tað vóru serliga tríggir bátar, ið stungu av frá hinum bátunum; Royndin Fríða úr Vági, Drekin úr Havnar róðrarfelag og Fípan Fagra úr Klaksvík. Hesir vóru langt fremst. Serliga bleiv spennandi millum Royndina og Fípuna, ið høvdu eina sera harða kapping sínamillum. Tað bleiv Fípan Fagra, sum fór avstað við sigrinum. Royndin bleiv nummar tvey og Drekin nummar trý.