Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.07.2025 01:47

NSÍ í Conference League: Har eru møguleikar hjá okkum

Jens Wedeborg er spent til dystin móti HJK Helsinki (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Soleiðis sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, sviin Jens Wedeborg, undan Conference League dystinum móti finska HJK Helsinki.

Hann sigur, at hetta eru tvey lið sum spæla nakað sama slag av fótbólti. Bæði liðini dáma væl at spæla álopsfótbólt og leypa á. Hann kallar tað eitt slag av “rock & roll“- fótbólti. Og tað er eisini nakað sum NSÍ fer at royna at gera í morgin, sigur hann.

Tó verður tað ikki gjørt við at blaka alt fólkið fram beinavegin, men allíkavæl hótta málið hjá mótstøðuliðnum so mikið nógv, at teir kunnu skorað mál.

Og hava teir eisini hugt nógv eftir sjónbandaupptøkum av dystum hjá HJK Helsinki, og hava sæð at har eru møguleikar sum teir kunnu gagnnýta til teirra fyrimun. Hann nevnir eisini dystin sum HJK Helsinki spældu móti KÍ í fjør, sum teir hava hugt eftir.

Hann dylir ikki fyri, at hóast HJK Helsinki eru favorittar, so ætla teir í NSÍ at vinna dystin í Klaksvík.

Hann sigur, at tað er umráðandi er at halda lív í uppgerðini, soleiðis at alt er at spæla fyri í útidystinum í Finnlandi um eina viku.

45 ára gamli, Jens Wederborg, er ikki heilt ókendur í Klaksvík. Hann stóð m.a. á odda sum høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá monnunum og besta kvinnuliðnum hjá KÍ fyri nøkrum árum síðani.

Men í morgin fer hann, fyri fyrstu ferð, at standa við stýrisvølin, tá ið NSÍ skal spæla evropeiskan fótbólt, eftir nøkur ár uttan altjóða fótbólt í Runavík.

Dysturin við Djúpumýru í Klaksvík, hósdagin 10. juli, byrja kl. 19.45