Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.07.2025 00:58

NSÍ í Conference League: Toppskjúttin ætlar at fáa mál

Toppskjúttin er klárur til dystin móti HJK Helsinki (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Áleyparin og liðskiparin, Klæmint Andrasson Olsen, ætlar at gera sítt til, at NSÍ fær eitt so gott úrslit í morgin sum til ber.

Áleyparin, sum hevur skorað heili 10 mál í altjóða fótbólti fyri lið – 7 mál fyri NSÍ og 3 mál fyri Breiðablik, sum hann leikti fyri í 2023, er bjartskygdur.

Hann sigur, at menn eru spentir og gleða seg ógvuliga nógv til uppgávuna sum stendur fyri framman. Hann viðurkenni tó,r at HJK Helsinki er eitt sterkt lið, sum hevur klára seg væl í evropeiskum fótbólti og eru favorittar í morgin.

Hann dylir heldur ikki fyri, at NSÍ kemur at standa meira í verjustøðu enn teir eru vanir við heima í føroysku landskappingini. Men sigur samstundis, at teir ætla at leypa á, og royna at fáa eitt ella fleiri mál. Tí so ræðandi eru teir heldur ikki. Men sigur samstundis, at áleyparirnir hjá teimum eru vandamiklir, serliga Teemu Pukki, og má haldast eitt vakið eyga við honum.

Hann sigur, at tað er umráðandi at verjan stendur væl allan dystin, samstundis sum at alt liðið stendur kompakt.

Og so er ætlanin at royna at straffa teir í kontraspælinum. Tað er umráðandi at fáa skorað og heldur hann avgjørt, at tað eru møguleikar eisini fyri at vinna dystin í morgin.

Hann letur væl at umstøðunum og “heimavøllinum” í Klaksvík og vónar at nógv fólk fer at møta upp at stuðla liðnum í morgin.

Mál sum Klæmnt hevur skotið í altjóða kappingum:

2023: Maccabi Tel Aviv – Breiðablik   3-2     (2 mál)

2023: SP Tre Penn – Breiðablik 1-7   (1 mál)

2020: NSÍ – Barry Town  5-1   (3 mál)

2018: NSÍ – Hibernian FC 4-6 (3 mál)

2015: NSÍ – Linfield FC 4-3   (1 mál)