Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2025 10:19

NSÍ í Conference League: Enn mangla tey heilt stóru úrslitini í Evropa

Savnsmynd (Eyp.fo)

Hetta er bert aðru ferð at NSÍ luttekur í UEFA Conference League. 

Fyrstu ferð var í 2021, tá ið teir møttu finska liðnum FC Honka Espoo. 

Á útivølli í Finnlandi endaði tað við javnleiki 0-0. Meðan heimadysturin á Svangaskarði endaði við einum 1-3 sigri til finska liðið. 

Einsamalla málið hjá NSÍ skoraði, tá blaðungi Jørgen Nielsen, sum tá spældi við Løkin.

Tað er tó Í UEFA Europa League kappingini har NSÍ hevur leikt nógv flest dystir. 

Hetta er eisini áðrenn nýggi leisturin hjá UEFA við Champions League, Europa League og Conference League, sum er komin seinastu árini.

11 ferðir hava teir gulu við Løkin roynt seg í altjóða dystum í Europa League. 

Tað er blivið til 2 sigrar, 2 javnleikir og 16 tap. Sigrarnir eru komnir móti Linfield FC (4-3) og Barry Town FC (5-1 á Svangaskarði). Meðan javnleikirnir hava verið móti Fulham FC (0-0) og Ballymena FC (0-0), eisini á heimavølli á Svangaskarði.

Einaferð hevur NSÍ spælt í Champions League innleiðandi, tað var, tá ið teir møttu Dinamo Tblisi í 2008. 

Útidysturin í Tblisi var taptur 3-0, meðan heimadystin vann NSÍ 1-0, við málið frá Hjalgrím Eltør.

HJK Helsinki hevur fýra ferðir áður verið í Føroyum og leikt móti føroyskum liðum.

Fyrstu ferð var í 1994 móti B71 í UEFA Cup Winners Cup, sum kappingin kallaðist tá. Finnar vunnu samanlagt 7-0.

Í 2018 tapti Víkingur samanlagt 5-2, meðan árið eftir tapti HB við somu siffrum. Tó endaði seinni dysturin móti HB í Føroyum við 2-2 javnleiki.

Og í 2024 í Conference League, vann HJK Helsink sera tepurt 4-3 móti KÍ. Dysturin á Tórsvølli endaði 2-2, har finnar javnaðu langt inni í yvirtíðini. 

Meðan dysturin í Finnlandi gjørdist tað heilt stóra vónbrotið, tá ið finnar fingu tvey mál inni í yvirtíðini, eftir at KÍ hevði tikið leiðsluna í 57 minutti. Tá hevði KÍ eisini leikt við 10 monnum meginpartin av seinna hálvleiki eftir av Céderic Yambéré varð vístur av vølli.

Dysturin millum NSÍ og HJK Helsinki verður leiktur við Djúpumýru í Klaksvík hósdagin 10. juli og byrjar kl. 19:45.

Atgongumerkir til dystin kunnu keypast á atgongumerki.fo