Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur lýst kunngerð, sum ásetir karmar kring næmingaráðsarbeiði, og sum gevur næmingunum skipaðar umstøður at seta fram síni sjónarmið.
Næmingaráðini eru ein týðandi liður í arbeiði skúlans at styrkja næmingaluttøku og geva næmingunum umstøður at viðgera mál av felags áhuga. Næmingaráðini fáa í samstarvi við leiðslu skúlans og starvsfólk møguleika fyri ávirkan og eina skipan, har tey kunnu gera vart við viðurskifti, sum ávirka teirra skúladag.
Næmingaráðsarbeiði skal venja og styrkja luttøkuna hjá næmingum í demokratiskum tilgongdum við uppstilling, vali og at virka við demokratiskum spælireglum.
Harumframt skulu næmingaráðini vera hoyringarpartur í sambandi við avgerðir hjá skúlamyndugleikunum, tá fyriskipanir verða settar í verk, ið hava ávirkan á læring, trivnað og undirvísingarumstøður í fólkaskúlanum. Hetta er ein eisini mannagongd, sum landsstýrismaðurin hevur nýtt í sambandi við fyrireikingararbeiðið til Barnalógina, sum er í gerð.
Áseting er eisini gjørd í kunngerðini um, at næmingaráð fólkaskúlans kunnu stovna eitt landsnæmingaráð fyri næmingaráðini.
Kunngerðin um næmingaráð kann lesast her.