Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.07.2025 22:13

Myndir: Nýggjur føroyskur træbátur gjørdur til ferðavinnuna

Eirikur á Húsamørk í nýggja bátinum "Uppsala Pætur" (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Fyritøkan Uptur í Leirvík, við Eiriki á Húsamørk á odda, fekk í dag handað nýggja føroyskgjørda træbátin “Uppsala Pætur“.

Tað er bátasmiðjurin, John Høgnesen, sum eigur ÍVF Høgnesen Bátasmíð, sum hevur latið smíða bátin.

Uptur, er ein nýggj ferðavinnufyritøka úr Leirvík, sum m.a. ætlar sigla við ferðafólkið í nýggja bátinum.

Sum skilst, er hetta fyrsti føroyski træbáturin sum er bygdur til Leirvíkar, síðani einaferð í 1980´inum.

Eysturoyarportalurin var við, tá ið báturin kom til Leirvíkar og varð sjósettur.

Myndir: Eyp.fo