Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.07.2025 22:36

Nýggir skúlaleiðarar hitta landsstýrismannin

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Nýsettu skúlaleiðararnir innan fólkaskúlaøkið hava verið á gátt hjá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen. Prátað varð um starvið sum skúlaleiðari og fjølbroyttu uppgávurnar bæði við atliti at læring og trivnaði.

Landsstýrismaðurin greiddi frá teimum ætlanum, sum eru í umbúna á fólkaskúlaøkinum, og tær broytingar, sum higartil eru samtyktar í løgtinginum.  Eisini legði landsstýrismaðurin dent á  samstarv og samskifti, sum eru so umráðandi førleikar í einum leiðslustarvi, og tann týdning, ið skúlaleiðarin hevur fyri virksemi skúlans. 
Lanssstýrismaðurin handaði leiðarunum blómutyssi og ynskti teimum eydnu og blíðan byr í starvinum.
Leiðararnir eru:

•    Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, sum er sett sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni.
•    Veronika Petersen, sum er sett í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í skúlanum á Fossánesi 
•    Hilda Kjølbro, sum er sett í tíðaravmarkað starv sum einalærari í Haraldssunds skúla.