Elias Kringberg Haug hevur skrivað undir við Skála. Tað boðar felagið frá í morgun.
Skála Ítróttarfelag og Elias Kringberg Haug hava skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi frá nú av og til og við kappingarenda 2026.
Elias er verjukendur miðvallarleikari. Hann er 19 ára gamal og kemur úr Noregi. Hann hevur leikt ungdómsfótbólt við Askim í Noregi. Sum 15 ára gamal fekk hann sáttmála við Sarpsborg 08, sum spælir í norsku Eliteseriuni. Hann var tá tann yngsti leikarin, sum Sarpsborg 08 hevði gjørt sáttmála við.
Sum 17 ára gamal fekk hann sínar fyrstu minuttir í beinini fyri besta liðið hjá Sarpsborg, tá teir á vári í 2023 spældu ímóti Fu/Vo í norsku steypakappingini. Seinni hetta árið fekk hann sínar fyrstu minuttir í Eliteseriuni, tá hann bleiv skiftur inn ímóti stórfelagnum Bodø/Glimt. Nevnast kann eisini, at Elias hevur umboðað norsku U15, U16 og U17 landsliðini.
Elias kemur til Skála seinni í mánaðinum.