Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, tað verður samdrigið og sum frá líður regn eina løtu. Einaferð seinnapartin turrari og sólglottar, tó framvegis tám í støðum. Hann minkar vindin út á kvøldið niður í lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sólglottar og okkuart ælið. Hitin um dagin 9 til 13 stig, í nátt niður í 6 stig.
Sólarris: 03:43 Sólsetur: 23:18