Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.07.2025 15:23

Kambsdalur 40 ár – søga og hugleiðingar

Fyrilesturin er um tíðina áðrenn Kambsdal varð búsett og 40 tey fyrstu árini hjá bygdini.

Tilfari í fyrilestrinum er frá gerðabókum fram til 2006 og hugleiðingum og endurminningum hjá Atla Petersen.

Í fyrilestrinum verða m.a. hesir evnir viðgjørd:
– Hvat var áðrenn búsetingina?
– Felagsantenna
– Spæliplássi
– Skótahúsi, sum sunnudagsskúli og annað virksemi
– Tiltøk sum fastilávintshald, ræstkjøtaveitsla v.m.
– Kambsdalslistin (kommunalt)
– Skúlabussur
– Hví sendu kambsdalsbúgvar eina klagu til SVF?
– Uppskot um hotelvirksemi

Fyrilesturin verður hildin í Auluni í Studentaskúlanum hóskvøldið 10. juli kl.19-21.
Inngongdin undir neyðtrappuna til Studentaskúlan verður nýtt.

Spjaldur