Á Laksatorginum 5. juli verður opið hús í Íshúsinum kl. 10-16. Har kemur Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen at sýna málningar fram.
Sonja fer at vísa nakrar litríkar málningar; náttúrumálningar og løtumyndir, har tíðin steðgar á eitt lítið bil.
Sonja byrjar ofta síðar málningar abstrakt. Spælir sær við litum og linjum á løriftinum fyri síðani at stramma eitt sindur upp og fáa lív í myndaevnið og skapa eina heild. Eyðsæð er, at Sonju dámar væl litir og brúkar teir fegin – sterkar og bjartar litir; eins og teir síggjast í regnvátu oyggjunum, hon er vaksin upp í.
Stutt um íshúsið
Um veggirnir kundu talað, høvdu søgurnar verið nógvar at sagt frá um Íshúsið á Bakka. Tað varð bygt tíðliga í 1900 til endamáls at frysta sild, sum varð brúkt til agn – til fiskiskap á Skálafjørðinum. Hetta var áðrenn frystiboksirnar vórðu til. Men tíðirnar broytast, og Íshúsið misti sítt uppruna endamál. Tað var í nøkur ár brúkt til ymiskt í sambandi við sildavirksemið hjá Bakkafrost; til tað at enda misti sín samleika og stóð bert sum eitt veikt minni um eina farna tíð.
Á heysti 2019 keypti Rógvi Íshúsið – hann vildi geva konuni, Sonju, eina heilt serliga gávu, har hon kundi menna síni evni at mála. Farið var í gongd við at seta illa farna húsið í stand. Eftir túsundtalstals arbeiðstímar og umsorgan fyri húsinum, stóð tað klárt at taka í brúk á sumri í 2022. Síðani tá hava veggirnir fingið nýtt lív – litir, skap og søguforteljing eru vorðin partur av nýggja samleikanum hjá Íshúsinum. Gestirnir, ið hava verið á gátt, eru longu nógvir, og Íshúsið tekur altíð fegið móti gestum.
Laksatorgið er við bátahylin á Glyvrum. Framsýningin er opin leygardagin 5. juli frá kl. 10-16. Málningar og plakatir verða til sølu.