Føroya Reiðarafelag
ICES hevur í vár eftirmett ta vísindaligu ráðgevingina fyri makrelstovnin í Norðuratlantshavi (benchmark). Hetta merkir, at nýggj markvirði verða sett fyri ráðgevingina viðvíkjandi makreli frameftir. Tí verður áhugavert at síggja ráðgevingina fyri 2026, sum verður kunngjørd 30. september.
Eftirmetingin snýr seg í stuttum um at broyta háttin at gera stovnsmetingar og veita ráðgeving um makrelveiðu á okkara leiðum. Eftirmetingin er ein ásannan av, at verandi meting av stovninum hevði nakrar veikleikar, ið kravdu nærri viðgerð. Harumframt er tann síðsta eftirmetingin framd í 2019, og tí var tíðin komin til at fremja eitt eftirlit.
Makrelstovnur undirmettur
Nýggja metingin hevur endurskoðað støddina av stovninum og fiskideyðanum yvir eitt longri tíðarskeið. Tann yvirskipaða gongdin í gýtingarstovninum og tí metta veiðitrýstinum líkist teimum gomlu metingunum, men tann veruliga metingin fyri stovnsstøddina er 60% hægri fyri gýtingarstovnin og 26% lægri fyri veiðitrýstið, skrivar ICES í síni frágreiðing.
Tað vil siga, at gýtingarstovnurin av makreli hevur verið undirmettur tey seinastu mongu árini, og hetta verður nú tillagað í tí næstu frágreiðingini. Mett varð í fjør, at gýtingarstovnurin við ársbyrjan í 2025 var uml. 2,6 mió. tons, men nýggja metingin verður væntandi at vera nakað størri.
Størri natúrligur deyði
Hinvegin hevur nýggja vísindaliga ráðgevingin eisini hækkað metingina fyri natúrligan deyða í makrelstovninum – serliga fyri ungfisk. Nýggja metingin sigur, at tann natúrligi deyðin er størri fyri ungfisk enn fyri eldri fisk. Tann gamla metingin hevði tað sama natúrliga deyðatalið fyri allan makrelstovnin.
Hetta merkir, at metingin av stovnsstøddini væntandi verður hækkað, tá ið ráðgevingin fyri 2026 verður kunngjørd. Hinvegin verða mørkini fyri fyrivarnisregluna viðvíkjandi bæði stovnstøddini og fiskideyðatali hækkað. Eisini verður metingin fyri tí burðardygga veiðitrýstinum lækkað munandi. Tað vil siga, at øll týðandi markvirði verða broytt í nýggju metingini.
Broytingar í ráðgevingini
Eftirmetingin av vísindaligu ráðgevingini hevur havt við sær hesar broytingar:
Frágreiðing | Tilvísingarvirði | Gomul virði | Nýggj virði |
Fiskideyðatalið (hægst burðardygt avkast í longdini) | FMSY | 0.26 | 0.191 |
Fyrivarnisregla fyri fiskideyðatalið | Fpa | 0.36 | 0.191 |
Fyrivarnisregla fyri gýtingarstovnin | Bpa | 2 580 000 t | 4 119 337 t |
Niðara markið fyri gýtingarstovnin | Blim | 2 000 000 t | 3 067 017 t |
Nakað av óvissu hevur verið í ráðgevingini fyri makrel, og kjak hevur javnan verið um vísindaligu ráðgevingina seinastu árini. Føroyska kvotan verður vanliga ásett við støði í vísindaligu ráðgevingini fyri makrel, og tí hevur henda ráðgevingin stóran týdning fyri føroysk reiðarí, manningar og virkir á landi.
ICES hevur eisini eftirmett vísindaligu ráðgevingini fyri norðhavssild, men har vóru ikki gjørdar stórvegis broytingar.
Frágreiðingin hjá ICES finst her: Benchmark workshop on Mackerel and Norwegian Spring-Spawning Herring (WKMACNSSH)
Les meira her: Naturlig dødelighet høyere enn antatt for makrell – små endringer for nvg-sild | Havforskningsinstituttet