Sunda kommuna
Í dag kl. 16.00 vísa vit U21 HM landsdystin móti Svøríki á stórskíggja. Dysturin verður vístur á Torginum í Skúlanum við Streymin. Dyrnar lata upp kl. 15.00.
Komið og stuðlið Tóka og hinum á landsliðnum til eina søguliga HM bronsumedalju í morgin.
Sera nógv fólk vóru savnað í gjárkvøldi, og tað var spennandi og stuttligt til tað síðsta, og tí gera vit tað sjálvsagt aftur í morgin. Takið endiliga fleiri vinfólk og familju við til hesa stuttligu løtuna.
Vit bjóða kaffi, saft og okkurt gott afturvið, eins og hinar dagarnar. Síggjast á Torginum í Skúlanum við Streymin.