Reyði Krossur
Í nøkur ár hevur Skála skúli havt ein fastan Reyða Kross dag. Á hesum degnum hava tey skipað fyri kafé, loppumarknaði og aðrari sølu – og pengarnir, sum eru komnir inn, fara beinleiðis til arbeiðið hjá Reyða Krossi.
Í ár fær Reyði Krossur heilar 13.000 krónur frá hesum tiltakinum!
Næstformaðurin hjá okkum, Torfinn Højgaard, var á gátt í síðstu viku og fekk handað gávukortið – umframt eitt serligt innkeypsnet.
Skála skúli er nevniliga ein “Grønur skúli”, og næmingarnir høvdu sjálvir seymað hetta netið úr endurnýtsluni hjá Reyða Krossi.
Myndir: Reyði Krossur


