Føroyska Sjómansmissiónin
-At hann er størstur í longd og breidd er sín søk. Hann hevur 24 linjur og tað hevur eingin annar flaki, sigur Súni.
Í morgun kom danski sleiparin NH Server, á Funningsfjørð við nýggja fóðurflakanum, Krosssteinur. Tað er Gro-Aqua á Kambsdali, sum hevur bygt flakan í Póllandi til Bakkafrost.
-Hetta er størsti fóðurflaki vit vita um, bæði í stødd og í linjum. Tí siga vit, at hann er heimsins størsti. Hann er 48,10 metrar langur og 13 metrar breiður og lastar 1060 tons av alifóðri. Tað sigur Súni Jacobsen, tekniskur mennari og servicemaður hjá Gro-Aqua.
-At hann er størstur í longd og breidd, og hevur dupultan skrokk, er sín søk. Hann hevur 24 linjur og tað hevur eingin annar flaki. Tað vil siga, at nú verður ein fóðurlinja til hvønn ring, tí tað eru 24 ringar á Funningsfirði. Tað kemur at gera fóðringina einfaldari og lættari at stýra. Upptøkutól eru í hvørjari silo og runt um allan flakan, eini 40 tilsamans, so fólk á landið altíð síggja hvussu støðan er í og rundan um flakan, sigur hann.
-Flakin hevur 3 ljósmotorar. Tveir eru 350 Kw hvør og ein er 160 Kw. Vit koma at nýta streym frá motorunum fyrstu tíðina, til SEV er liðug við nýggjari streymsýning, sigur Súni.
-Vit eru bæði fegnir og stoltir av, at tað er Gro-Aqua, sum hevur ment hesa fóðurskipan, sum telist millum heimsins bestu. Vit stýra byggingini og gera ein stóran part av útgerðini. Tað útgerð við keypa frá øðrum, siga vit teimum hvussu vit ynskja hana gjørda, sigur hann.
-Er hetta ein flaki ella eitt skip?
-Hóast hesin hevur spíska gron, er hetta ein flaki og ikki eitt skip. Skipasýnið skal kortini góðkenna flakan, og eftir tað verður hann lagdur út í munnan á Funningsfirði, við gronini norðureftir. Síðani verða ringarnir sleipaðir út til flakan, sum síðani kemur at fóðra laksin, sigur Súni.
-Hesin líkist øðrum flakum vit hava gjørt, men er størri. Harafturat hevur hann ein krana uppi á yvirdekkinum, sum aðrir flakar ikki hava. Fóðringin verður stýrd frá landi, so her verða sjáldan fólk umborð. Flakin hevur lítlan køk, borð og vesi, sum alarar kunnu nýta, sigur Súni Jacobsen.
Á middegi var bjóða til góðan bita í hølunum hjá alarunum á Funningsfirði, nú flakin var komin fram í øllum góðum.
Føroyska Sjómansmissiónin ynskir Bakkafrosti tillukku og Guds signing við Krosssteini.
Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin











