Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2025 08:24

Veðrið: fríggjadagin 27. juni

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta, tó í støðum okkurt ælið. Hitin 10 til 15 stig. Í kvøld frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, hann dregur á luftina og sum frá líður fer at regna. Í nátt fer hann sum frá líður vestur um til útsynning og veksur til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, fyrrapartin í morgin 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, hitin 8 til 12 stig.

Sólarris: 03:36 Sólsetur: 23:23