Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2025 15:50

Goymsla.fo sær dagsins ljós

Tíðindaskriv

Goymsla.fo er ein nýggj tænasta, har tú kanst leiga tær goymslurúm, har trygd og góð at koma eru í hásæti. Sama um tú skalt goyma møblar, meðan húsini verða málað, ella ovastaloftið er blivið ov lítið til øll tingini, so hevur Goymsla.fo pláss fyri tær. Tænastan er púra sjálvvirkin. Ting tíni liggja fjálgt og væl vard við framkomnari trygdarskipan.

Vit kenna tað øll – vit eiga nógv, sum er gott at eiga, men sum ikki verður brúkt hvønn dag. Dekk, sleður, havamøblar – ja, listin er langur. Og kanska hevur tú hvørki kjallara ella ovasta loft, sum rúmar øllum. Tá er Goymsla.fo ein góður møguleiki.

Á Goymsla.fo leigar tú eitt goymslurúm, sum bara tú hevur atgongd til. Tú fært ein talgildan lykil, og við honum hevur tú atgongd til rúmið hvønn dag frá kl. 6:30 til 22:00. Goymslurnar eru staðsettar uppi á Hjalla 12B, Hoyvík.

“Vit ásanna, at bústaðarmynstrið í dag er broytt. Fleiri búgva í smærri íbúðum, og ikki øll hava stór hús. Fyri tey er tað eitt gott høvi at goyma eitt nú súkkluna um veturin hjá Goymsla.fo – so rustar hon ikki. Eisini tá fólk umvæla eitt rúm, er neyðugt at seta møblar o.a. eitt annað stað, og aftur har er Goymsla.fo ein góð loysn,” sigur Peter Mouritsen, stjóri á Goymsla.fo.

Win-win fyri vinnuna

Vinnulívið hevur eisini ofta tørv á goymsluplássi. Tað eru til dømis handverkarar, sum ikki hava egið verkstað og mugu hava eitt stað at goyma amboðini. Eisini, um fleiri starvsfólk skulu hava atgongd, er tað upplagt at leiga eitt goymslurúm, sum øll í fyritøkuni kunnu brúka.

“Tú kanst eisini trygt goyma týdningarmikil skjøl, so sum ringbind, roknskapir og annað her hjá okkum – her er trygt. Skipanin er brunatrygg, og her eru varnarar, sum boða frá, um rørsla er í rúminum. Umframt hetta, eru vakmyndatól og onnur trygdartól. Trygdin er altíð í hásæti,” sigur Peter Mouritsen.

Tænastan letur upp mánadagin 14. juli, og longu nú kanst tú fara inn á goymsla.fo og bíleggja tær eitt goymslurúm.